Eftir handanina av gullkrónum, FM steypið og peningagávum – tilsaman 40 túsund krónur – fóru KÍ kvinnurnar saman við venjarunum úr KÍ høllini og út aftur á vøllin, har tær fyrr í dag settu punktum fyri hesum kappingarárinum við 4-0 sigri á B36.
Hesaferð var setningurin at taka liðmyndina. Hon er minni um fimtanda FM heitið á rað. Talan er um heimsmet, og nú verður myndin send Guinness World Records. Har verður heimsmetið hjá KÍ kvinnunum skrásett, og saman við skrásetingini verður henda myndin.
Seinni í kvøld verður stórt tónleikatiltak í KÍ høllini, har Aria fer at spæla og at vera við til at fagna KÍ kvinnunum.
Tað er greitt, at KÍ kvinnurnar skulu hava nýggjan venjara næsta ár. Áleksandar Djordjevic, sum hevur verið venjari hjá KÍ kvinnunum síðani 2007, hevur boðað frá, at hann ikki verður venjari hjá KÍ næsta kappingarár.
-Tað er best fyri bæði kvinnurnar og meg, at vit skiljast, og at tær finna sær nýggjan venjara, og at eg finni mær eitt nýtt lið at venja, segði Alaksandar Djordjevic í samrøðu við André Olsen á Rás2 seinnapartin.