Fert tú á ólavsøku?
- Ja, tað fari eg.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Ólavsøkan í ár verður serlig fyri meg, tí eg skal halda ólavsøkuprædikuna. Í hesum døgum verður hon skrivað. Eg havi brúkt nógva tíð í bøn og havi hugsað nógv um, hvat eg skal prædika. Henda prædikan er øðrvísi, tí myndugleikar landsins og tjóðin hoyrir. Evangeliið skal boðast, og tað gleði eg meg til.
Tað sigur Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoyar sýslu prestagjaldi.
Hann sigur, at eftir ætlan fer hann at spæla fótbólt saman við prestunum móti politikarunum hin 27. juli.
- Seinast endaði dysturin við brotsparkskapping. Politikararnir vunnu seinast, men vit prestar fara at geva teimum harða mótstøðu hesaferð.
Havstein Klein vísir á, at í ár fer peningurin, sum kemur inn fyri atgongumerkini, til Beran.
- Berin ger eitt stórt arbeiði millum børn og ung, sum hava mist ein av sínum kæru. Eg vóni, at nógv koma at stuðla okkum við hesum góða tiltaki, sigur hann.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Ólavsøkan er ein hátíð til minnis um Ólav hin heilaga. Samstundis er ólavsøkan ein tíð fyri familjuna. Børnini og vit vaksnu gleða okkum til hesa hátíð.
Sóknarpresturin vísir á, at nógv tiltøk eru at fara til, bæði til gamans og álvara.
- Ítrótt dámar mær væl. Ítróttarfólk spíla seg út fyri at fáa góð úrslit. Eitt tað besta er at síggja øll tey glaðu andlitini og at heilsa upp á blíð fólk og vinir, meðan spákað verður oman og niðan eftir Havnargøtum.
Hvat kundi verði øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg haldi, at tað er trupult at koma við onkrum, sum kundi verið øðrvísi. Ólavsøkan er góð, sum hon er, heldur Havstein Klein, sóknarprestur.