Tað hevur verið ein hendingarík vika hjá Lionel Messi. 35 ára gamli argentinski heimsmeistarin fór í farnu viku til Saudiarabia í leiklutinum sum ambassadørur fyri oljuríka landið í miðeystri.
Hetta var dagin eftir eitt tap í fronsku landskappingini. Tað skuldi verða frídagur, men venjarin innkallaði til venjing. Paris Saint Germain valdi tí at seta Lionel Messi í karantenu í tvær vikur frá venjing og dysti.
Dagin eftir kom Lionel Messi við eini umbering, har hann greiddi frá, at hetta hevði verið tilrættislagt í longri tíð við útgangsstøði í venjingarskránni. Hann bað um umbering og segði seg nú bara bíða eftir hvat felagið ætlaði.
Til venjingina dagin eftir var Lionel Messi aftur á vøllinum. Í hesi vikuni skriva tveir av stóru miðlunum í Fraklandi, at Lionel Messi hevur tikið av einum risa sáttmála, sum hevur eitt virðið á samanlagt 4,4 milliardir krónur, frá Al-Hilal.
Og søgan heldur fram. Tí í dag hava umboð fyri Lionel Messi avsannað, at hann er á veg til Saudiarabia, at kappast við Cristiano Ronaldo. Í FC Barcelona verður arbeitt av øllum alvi, fyri at fáa burturvilsta sonin heim aftur, men fíggjarligur ruðuleiki ger tað skiftið lítið sannlíkt.
Enn spælir Lionel Messi við PSG, men hann er ikki eins væl lýddur og hann var í FC Barcleona. Hann hevur sáttmála til kappingarenda. Tað ljóðar eisini, at Neymar er til sølu fyri útsøluprís, eftir at viðhaldsfólkini møttu uttanfyri hjá brasilska bóltsnillinginum og róptu ókvæmisorð. Tey vilja hava hann úr felagnum.