Finalan í French Open-tenniskappingini hjá kvinnum gjørdist eingin stór uppliving. Her møttust Justine Henin úr Belgia, sum liggur nummar eitt á heimsstyrkislistanum, og 19 ára gamla serbiska Ana Ivanovic, sum hevur verið stóra positiva yvirraskilsi í kappingini.
Men sjálvt um Ivanovic hevur spælt sera væl í French Open kappingini, so kundi hon einki gera við Justine Henin, sum vann ein leikandi lættan 2-0 sigur við settúrslitunum 6-1 og 6-2.