Henrik Weihe Joensen er tann 1. apríl byrjaður í føstum starvi sum løgfrøðingur í Starvsfelagnum. Henrik hevur kandidat útbúgving í løgfrøði og hevur royndir innan almenna og kommunala umsiting, umframt sum sjálvstøðugur vinnurekandi.
Henrik avloysir Dánjal Højgaard, sum eftir farloyvistíð hevur valt at fara í annað starv.
Henrik er longu farin til verka við nøkrum málum og gleðir seg at veita limum hjálp og ráðgeving framyvir.
Vit eru sera fegin um at hava fingið Henrik í starv og vóna, at limirnir taka væl ímóti honum, skrivar Starvsfelagið á síni heimasíðu.