Henrik Old formaður í Útnorðurráðnum

Tingmannaráð Útnorðurs hevur í hesum døgum havt fund í Føroyum, har ráðið hevur skipað seg.

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum varð valdur til nýggjan formann, eftir Kára P. Højgaard, sum ikki stillaði uppaftur á løgtingsvalinum.

Edva Jacobsen úr Sambandsflokkin varð vald til næstforkvinnu.

Hini umboðini úr Føroyum eru Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi.

Seks limir eru eisini úr Íslandi og Grønlandi.