Henrik Old: Í dag skal avgerðin takast

Eg nokti at trúgva, at ein meiriluti í býráðnum ynskir, at útflutningsvinnan og tímalønt verða rikin av havnarøkinum, hóast havnarmeistarin greitt og skilagott hevur víst á, at tað ikki ber til.

Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður, í viðmerking, nú eyka býráðsfundur verður í Tórshavnar Býráð um Tjóðleikhúsið, sum ætlanin er at byggja á havnarøkinum við Eystaruvág í Havn.

– Tá einstakir býráðslimir nú vísa á, at tað bert neyðugt við 4.000 kvatratmetrum at spæla komediu á, so kann ein og hvør rokna út, at tað svarar til átta trivalig sethúsagrundstykkir á 500 kvatratmetrar hvørt, sum nú skulu burtur av havnarøkinum. Tá verður ikki nógv eftir. Tað er eyðsæð hjá teimum, sum tíðum ferðast á økinum.

– Sum eg vísti á í øðrum lesarabrævi, so ferðast eini 500.000 fólk um árið á økinum kring farstøðina á Eystaru bryggju hvønn dag. Hesi verða nú øll blakaði út í óvissuna, skrivar Henrik Old.

Hann vísir á, at talan er um fólk sum koma og fara við Smyrli, ferðandi við bussi, umframt ein ørgrynna av fólki, sum dagliga sirkulera runt farstøðina, við teimum ørindum at fylgja familju og vinfólkum avstað, ella taka ímóti fólki.

– Nú skulu øll hesi ruddast av vegnum. Hvar tey skulu fara, veit eingin. Fyri mær er tað óskiljandi, at man bara soleiðis kann siga, at hesi skulu fjernast, sigur Henrik Old.

– Eg vóni, at býráðspolitikarar ikki fara víðari við verkætlanini. Til dømis vóru til túrin seinnapartin í gjár av Krambatanga átta stórir konteynarar, betongbilur og nógv onnur vinnulig útgerð við Smyrli, sum skuldu upp á hetta havaøkið, sum nú skal brúkast til komediuspæl, sigur Henrik Old, løgtingsmaður.

Eykabýráðsfundur er í Tórshavnar býráð klokkan 16:30