Henrik Old er vónbrotin av gongdini í Føroyum hesi seinastu árini. Tað staðfesti hann í løgtinginum í gjár. Hann hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um møguleikarnar at stuðla fólki at seta búgv í teimum plássum, sum ligga heldur longri burtur frá høvuðsstaðnum. Har er ringt at fáa fígging frá peningastovnum, tí trygdin fyri lánunum er so lítil. Tá ið løgtingið umrøddu møguleikarnar fyri at menna bygdirnar, varð ført fram, at besta gongda leiðin er at økja um eftirspurningin eftir húsum á bygd og tað kann bara gerast við at skapa fólkavøkstur á bygd. Les eisini: Støðan bara versnar á bygd Í hesum sambandi staðfesti Henrik Old hann er ógvuliga vónbrotin av gongdini síðani vit komu inn í telduøldina. Hann sigur, at tá ið tað almennir stovnar og almenn fyrisiting av álvara fóru at fáa sær teldur á teldur, varð nógv tosað um, at nú kundi fólk sita allastaðni og arbeiða. Men soleiðis hevur ikki gingið, tí øll almenn arbeiðspláss verða trunkað saman í Havnini, helst bara nakrar hundrað metrar rundanum løgtingshúsið mitt í Havnini. - Tað hevur ongantíð verið so stór miðsavning sum hesi seinastu árini, síðani vit fingu teldur. Tíverri varð gongdin akkurát tann øvugta av tí, sum sagt varð, heldur Henrik Old. Hann heldur, at landið eigur at gera meiri við at flyta fleiri almenn arbeiðspláss út um landið, í hvussu so er, har talan er um nýggj arbeiðspláss. Men hann ásannaði samstundis, at hann helt at politikararnir høvdu gjørt alt ov lítið við at stimbra upp undir at arbeiðspláss vórðu varðveitt kring landið. Henrik Old heldur, at tað verður alneyðugt hjá samgonguni, sum tekur við eftir løgtingsvalið seinni í ár, at taka hetta vandamál í størsta álvara, annars verður tað ov seint at bjarga støðuni.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er samdur í, at politiski myndugleikin er alt ov pírin við at leggja almenn arbeiðspláss út um bøgarðarnar í Havn. Men tað eru almenn arbeiðspláss uttanfyri Havnina sum eru vælvirkandi, men tað verður gjørt ov lítið av at leggja arbeiðspláss uttanfyri Havnina. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin ásannar, fregnast eftir um tað ber til at banna bankunum við lóg at hava hægri rentu á lánum til vinnulívið útjaðaranum enn á lánum til vinnulív í miðstaðarøkinum. Jørgen Niclasen heldur ikki, at tað nyttar at lóggeva seg til fólkavøkstur á bygd. Hann heldur, at hugflogið hjá bankunum er stórt, so verður rentan ásett við lóg, finna teir bara upp á aðrar hættir at fáa tað soleiðis sum teir vilja. Hinvegin ivast hann ikki í, at fasta sambandið til Sandoynna fer at elva til fólkavøkstur í Sandoy og sostatt til hækkandi húsaprísir og betri hug hjá bankunum at fíggja sethús og vinnulív kring landið. - Fáa vit trivnaðin kring landið upp, førir tað til fólkavøkstur og sostatt verður tað lættari at fíggja sethús og vinnulív kring landið. Og hann heldur samstundis, at tá ið Sandoyartunnilin er liðugt, eigur at vera farið undir Suðuroyartunnilin. Kortini ásannar hann, at tað verður ringt at venda gongdini á sjálvum útoygjunum.
|