TB hevði lýst til aðalfund 2.januar 2020, men uppmøtingin var ov litil og tí bleiv avgjørt at útseta fundin eina viku, skrivar TB á heimasíðuni. Henrik Thomsen boðaði frá, at hann takkar fyri seg sum formaður.
- Henrik Thomsen, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu árini umframt at hava verið næstformaður áðrenn hetta, hevur valt at takka fyri seg sum formann í felagnum. Sostatt er neyðugt at felagið fær ein nýggjan formann at leiða felagið, skrivar TB og takkar Henriki Thomsen fyri tíðina.
- Ein stór tøkk til Henrik sum hevur mynda felagið sum formaður, hansara lætta lyndið og róliga hond undir felagnum hevur verið við at tryggja støðugleika, sum millum annað vísti seg at verða heldur buldrasligt eftir samstarvið um felagsliðið slitnaði, skrivar TB.fo.
Umframt broytingar í starvsnevndini, so eru eisini broytingar í væntu í ungdómsnevndini, har trý nýggj andlit skulu vera við at mynda ungdómsarbeiði hjá Tvøroyrar Bóltfelagi. Nýggi aðalfundurin er á skrá 9. januar klokkan 19:00 við Stórá.