Henry er ættaður úr Fámjin, sonur Henriettu Karolinu, f. Gaard, úr Fámjin,
og Joen Magnus Joensen frá Gjógv.
Henry tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og var lærari í
heimbygdini, Fámjin, frá 1960 til 1965. Hesa tíðina røkti hann eisini dekna- og
urgutænastuna í bygdini.
Í 1965 flutti hann til Argir at búgva, tá hann gjørdist lærari við Argja
skúla. Hetta starv røkti hann til 1. august 1998. Í hesum tíðarskeiði var
hann bæði fyrstilærari, varaskúlastjóri og settur skúlastjóri.
Henry hevur í mong ár verið organistur við gudstænastur á Landssjúkrahúsinum og
við jarðarferðir í Kirkjugarðskapellinum. Síðan Kirkju- og Missiónshúsið
kom á Argjum í 1974, hevur hann eisini verið deknur og urguleikari har. Í 2005
fekk hann “tjenestemedalje i sølv” frá Margrethu drottning.
Henry er giftur Katrin, f. Johannesen, av Skála. Tey eiga tríggjar synir:
Jón Magnus, Bergur og Heðin.
Føðingardagurin verður hildin saman við familju og systkjum.