7. partur
Bleiv forlovað
Eg var í 1938 blivin forlovað við Hendriki Dahl úr Oyndarfirði.
Hann var sonur Niklas Dahl (1874-1953), sum giftist inn í Heiðriksstovu við Siggu Mariu Weihe úr Kinn (1872-1958). Bæði vóru úr Oyndarfirði. Hendrik var føddur í 1909.
Hendrik hevði eg tilvildarliga hitt í Havn. Vit vóru komin í prát saman við øðrum ungfólki og komu vit á tann hátt at kennast og gjørdust par. Í 1939 fór Hendrik til Grønlands at rógva út í Tovkussaq saman við øðrum oyndfirðingum. Teir fóru av Havnini við “Niels Finsen” seinnapartin í mai við 21 bátum. Hendrik stóð fyri einum teirra, og teir blivu næstbestur bátur.
Hann kom eisini heim úr Grønlandi við “Niels Finsen” tann nógv umrødda vandatúrin í 1939 við 250 útróðrarmonnum.
Teir vóru seinir at fara úr Grønlandi hetta heystið, og teir komu í eina ringa ódn um Kappaleiðina. Skipið hevði so lítla motorkraft, at tað kundi ikki haldast upp móti vindinum.
Eina ferð fingu teir eitt rættuligt boðabrot. Tá ið tað fjaraði av aftur, var alt ein hurlivasi umborð. Nógv var brotið á dekkinum, og bátar vóru farnir fyri borð.
Útróðrarmenninir búðu niðri í lastini. Tann fremra lúkan var sett at gloppa, so luft kundi koma niður til fólkið. Tí kom nógvur sjógvur eisini niður í lastina. Har fleyt alt, eisini seingjarklæði.
Nú fór ljósið eisini, so tað var ikki stuttligt. Tað kom eisini panikkur í hjá nógvum, men eingin slapp upp.
Fýrarnir til maskinuna vóru eisini nærum kódnaðir, tí tað kom eisini nógvur sjógvur niður gjøgnum skorsteinin. Hóast hetta lættliga kundu verið ein galin endi, so varð eingin mannskaði.
Tað gjørdist eisini svangligt umborð, tí sjógvur var komin at nógv av proviantinum. Men komið var so á Havnina tann 24. oktober.
Hendrik segði mær, tá ið vit hittust, at nú væntaði hann, at tað bleiv deyðin hjá honum. “Men nú eri eg komin,” segði hann.
Tá komu fleiri teirra á sjómansheimið at eta. Vit høvdu akkurát fingið ein springara til matna. Jógvan Joensen frá Sandi var assistentur hjá okkum, hann hevði skorið upp. Sum teir vóru spentir at fáa ordiligan mat, so svangligt tað hevði verið á heimreisuni!
Deyði abbin: Eg komi aftur eftir tær
Hendrik segði síðani við meg: “Tað er so gott veður í morgun. Eg haldi, at eg má fara til Oyndarfjarðar við bátinum, so komi eg aftur leygardagin.” Eg svaraði, at leygardagin eri eg upptikin allan dagin líka til seint á kvøldið. Eg spurdi, um hann ikki kundi bíða eina viku afturat at koma!
So illa vildi til, at henda dagin, eg bað hann ikki koma, var hann farin til Hvannasund í grind. Báturin fórst á veg heim aftur út fyri Múla, og Hendrik fekk eina váta grøv so skjótt eftir at vera sloppin úr vandasjógvi við “Niels Finsen”.
Hann hevði annars sagt mær, at hann roknaði við at doyggja ungur. Tá ið hann var 10 ára gamal, droymdi hann abba sín, Hendrik, sum tá var deyður. Abbin sigur: “Nú kemur tú til abba”. Men Hendrik segði: “Tað tími eg ikki.” Abbin svaraði: “Kanska ikki nú, men um nøkur ár, tá ið tú er gott 30 ár, tá komi eg aftur eftir tær.” Hetta fór ikki úr høvdinum á honum.
Vanlukkan
Freydis Poulsen, sum hevur skrivað nógv um Oyndarfjørð, greiðir soleiðis frá hesi hending:
Sunnumorgunin, 19. november 1939, doyði grind í Hvannasundi, og millum aðrar bátar, sum komnir vóru í grind, var ein úr Oyndarfirði, eitt seksmannafar við maskinu. Veðrið var gott, og tað gekk alt uppá besta máta. Men meðan teir skóru upp, var tað onkur sum helt, at best mundi vera at skunda sær eitt sindur, tí ikki var vist, at veðrið fór at halda sær. Teir avgjørdu so at fara beinanvegin, sjálvt um tað var seint á kvøldi og langt liðið út á árið. Men tá teir vóru komnir nakað norður, gjørdist rættiligt ruskveður vestaneftir. Teir royndu at tveita grind út fyri at lætta um. Men tað kom eitt øgiliga ringt rennikavaæl, og hildið var, at tað var tá, at báturin holvdist.
Múlamenn høvdu eisini verið í grind, og tað var so seint, at flest allir vóru farnir í song. Teir høvdu ført grindina norður og lagt hana upp inni á Støð. Hans Jakku Frederiksen fekst við at bera grind ávegis til hús, tá hann helt seg hoyra okkurt, men hann sá einki. Tó skilti hann skjótt, at har var ikki alt, sum tað átti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tá vissu fyri, at menn vóru í havsneyð og róptu um hjálp. Veðrið var so ólagaligt har norðuri, at teir ikki fingu bát út og ringdu tí inn í Hvannasund at biðja um hjálp haðani. Veðrið batnaði so mikið, at teir gjørdu eina roynd at flota bátin, og tað eydnaðist. Hin báturin var tá rikin yvir móti Viðareiðishellu, og bara ein maður var eftir á kjøli. Tað var Hendrik Hammer. Hinir vóru Karl Thomsen, í Hálvmørk, Sofus Rinkustein og Hendrik Dahl, allir av raskastu monnum. Eftir Karl sótu kona og 3 børn, og eftir Sofus sat kona við soni, sum væntaði 5 dagar í 1 ár. Hinir báðir vóru ógiftir, men teir vóru trúlovaðir. Hendrik Hammer var rættiliga illa fyri, tá ið múlamenn komu til. Men hann kundi greiða frá, hvussu nógvir teir høvdu verið, og at hinir vóru farnir. Motorbáturin sleipaði so bátin inn í Sund, og hinir fingu Hendrik til hús í Múla. Teir leiddu hann inn til bóndan, sum fór í song við honum til at fáa hita í hann aftur. Hann var har norðuri nakrar dagar, til hann var komin eitt sindur fyri seg.
Heima við hús vóru tey bangin um menninar. Klæmint á Sýnini, pápi Sofus, og Andreas í Tarti komu av møti. Tá kom eitt so ógvuliga ringt útnyrðingsæl, og aftaná ivaðust teir ikki í, at tað var tá, báturin fórst. Seinni um kvøldið, tá ungdómurin kom úr dansi og tey gingu inn eftir vegnum, sóu tey Andreas á Fløtti, sum hevði telefonstøðina, fara inn til Jóan Paula í Hálvmørk, pápa Karl. Tá grunaðu tey, hvussu vorðið var. Har fóru tríggir menn í bestu árum, og hetta var árið eftir, at tveir oyndfirðingar fórust við “Fossanes”.
Andreas í Tarti: Kundi eins væl sjálvur verið farin
Andreas í Tarti greiddi í 2006 FF-blaðnum frá, hvussu hann upplivdi hesa hending:
“Eg kundi eins væl verið farin í hesi vanlukku. Tað var ein leygardag, at grindaboðini komu. Eg var staddur heimi í Stórustovu hjá Martini Klein. Her sat eisini Hendrik Dahl. Vit vóru allir kammeratar. Hendrik ætlaði sær í grind, og hann bað meg koma við. Eg segði nei, mær dámdi einki at fara, tí eg roknaði, at tað fór at koma inn í kirkjutíð sunnudag, áðrenn vit komu aftur.
Tað var tað síðsta hann segði við meg, tá hann fór úr stólinum, og vit sóust ikki aftur. Eg og Meinhard Emil Joensen lossaðu tilfarið til húsini hjá Hendrik Hammer hendan leygardagin. Meinhard fekk skaða í ein fingur. Tað gjørdi, at hann fór ikki við. Eg minnist so væl tað kvøldið. Um 9 tíðina koma vit av møti, og pápi Sofus Rinkustein, Klæmint Joensen, hugdi upp í luftina yvir Skarðið. Hann var so grískur yviri í Skarðinum. Tað var ein ótti tá á øllum. Tað vísti seg eisini, at teir hoyrdu ymiskt fyri sær. Báturin hevði páhangsmotor, og tað var, sum um teir hoyrdu glintan av motori. Eg fari so í song og frætti einki fyrr enn morgunin eftir um hesa ólukkuna.”
Eina tíð aftaná fortaldi Petur Petersen sonur Andrias á Fløtti í Oyndarfirði fyri mær, at hetta sunnukvøldið, sum teir vóru gingnir burtur, sóu fólkini, sum vóru á møti í Oyndarfirði, menninar koma gangandi inn eftir gólvinum í oljuklæðum.
Hvussu eg fekk boðini
Sjálv visti eg av ongum. Eg frætti hetta á tann hátt, at Justines í Oyndarfirði kom inn á sjómansheimið kl. 9 morgunin eftir hesa hending. Hann hevði annars eisini verið heim við úr Grønlandi við “Niels Finsen” og átti sín leiklut í, at tað spældi so væl av.
Eg var við at seta morgunmat á borðið. So sigur Justines: “Hevur tú frætt nakað úr Oyndarfirði í morgun?” Nei, eg hevði einki frætt. So spurdi hann eina løtu seinni: “Hevur tú einki frætt enn?” “ Nei, hann kundi vera forelskaður, um tað ikki var so!”, svaraði eg aftur.
Tá greiddi hann mær frá tí, sum var hent. Hvat var hent við monnunum, visti hann ikki. Hann visti bara, at ein Hendrik var bjargaður. Teir vóru tveir Hendrikar við. Men hann visti ikki, hvør av teimum var tann bjargaði. Eg sigi: “Tað veit eg. Tað er Hendrik Hammer, sum er bjargaður.” Eg ivaðist ikki í tí, so mikið kendi eg á mær. Hesin Hendrik var pápi Óla Hammer, kendur frá “Norrønu”. Hesir báðir Hendrikar vóru systkinabørn, uppkallaðir eftir sama abba.
Tað fyrsta menniskja, sum kom at vitja meg, tá ið hetta frættist, var Niels Restorff, sonur Sonnu, sum eg hevði tænt hjá. Tað var um ta tíðina, eg var hjá teimum, at vit vórðu trúlovað. Tey vístu tá aftur sítt trúfesti.
Eitt feigdaræl
Eg minnist eisini hetta veðrið. Eg var ein túr úti á keiuna saman við Jógvani, beiggi Hendrik, og Meinhard Emil Joensen hetta leygarkvøldið. Teir vóru bestu vinir, og vóru komnir til Havnar ein túr. Teir høvdu bíðað eftir mær, inntil eg var liðug á sjómansheiminum hetta kvøldið. Meðan vit ganga út eftir keiuni kemur eitt so sera ringt vátakavaæl við nógvum vindi. So sigur Jógvan, beiggi Hendrik: “Hetta var eitt feigdaræl.” Lítið ánaði hann, hvussu beinrakið hetta var!
Eg hevði ikki verið í Oyndarfirði fyrr enn Hendrik doyði. Tað var heldur ikki so lætt at koma hagar. Hendrik var eisini burtur frá mars og út í oktober. Hann var bestimaður í fleiri ár við “Eysturoynni”, sum Alfred Egholm førdi. Hendrik hevði búð hjá Affa, sum hann var kallaður, tá ið hann gekk á skiparaskúla í 1931/32. Hann hevði kanska verið við honum sum fiskimaður.
Á slóðini í Múla
Eg og Poul Andreas, sum eg giftist við, vóru nógv ár seinni ein túr á Viðareiði. Tá sigi eg, at eg fái ikki frið á mær fyrr enn eg havi verið í Múla. Vit fóru so hagar. Har var einki fólk meira enn í einum húsi. So koma tvey fólk út, vit fóru so at práta. Tá sigi eg: “Hava tit hoyrt um ein bát, sum gekk burtur her.” “Nú er tú akkurát ov sein at spyrja rætta persónin. Tað var abbi mín, sum bjargaði Hendrik Hammer, og hann er akkurát deyður. Men eg skal fortelja tað, sum eg veit frá honum. Hann segði, at hann trillaði grind frá fjøruni og niðan til hús. Hann helt seg hoyra okkurt. Men so hugsaði hann, at hann hevði fingið sær ein snaps fyri at orka at trilla, tað var kanska hetta, sum gjørdi seg galdandi. Hann fór oman aftur og hoyrir akkurát tað saman.
Tá skilir hann, at her er okkurt, sum ikki ruggar rætt, og hann fór niðan aftur eftir fólki. Tá finna teir henda holvda bátin við tí eina manninum. Teir mundu ikki fingið hann leysan, so fast helt hann. Hann var eisini so illa fyri, at tað gingu fleiri dagar, áðrenn hann kundi fara úr Múla aftur.”
Læknabátur kom eisini norður við lækna til Hendrik. Sunneva Olsen, ættað úr Múla, greiðir frá, at tað var tað hepni í hesum, at mamma hennara hevði beint átt ein son, og hon var nokk so illa fyri. Hon fór tískil til Klaksvíkar við læknabátinum.
Hendrik Hammer fortaldi fyri mær, at hann sá Hendrik Dahl koma tríggjar ferðir upp á kjølin. Eg havi sjálvsagt seinni hugsað: “Gud viti, hvussu tað hevði verið, um hann kom til Havnar tann leygardagin, sum eg sýtti honum at koma.” Men tað hevur verið lagnan, sum vildi tað so.
Sigga, mamma Hendrik, hevði droymt so nógv óhugnaligt náttina fyri. Hon bønaði Hendrik um ikki at fara. Men hann segði, at hann mátti fara, tí hann hevði lovað at koma við.
Annars havi eg alla mína tíð havt samband við ættina hjá Hendrikki, og tey hava eisini verið trúgv við meg.
------------
Komandi partur
Í komandi parti kemur Hensia til Gøtu, har hon skal passa svigarinnuna, Fridu, upp. Steðgurin í Gøtu hevur inntil nú verið 70 ár!