Hent árbók komin

Hendingar og fyribrigdi í Føroya søgu so langt aftur nakar veit at siga, fram til dagin í dag verða umrødd í bókini "Færøerne hvornår skete det" eftir Heina Madsen, ið júst er komin út

Bókin "Færøerne hvornår skete det" eftir Heina Madsen spennur um eitt stórt tíðarhvarv. Hon leitar aftur til ár 12000 fyri Kristi føðing, tá ið Føroyar eru um at gerast fríar fyri ísi og fyrsti gróðurin ger seg galdandi, til síðsta dagin í 1998, har høvundurin umrøður fólkatalið í Føroyum. Fyrsta hendingin eftir Kristi føðing, ið verður umrødd, er tá ið Sankta Brendan saman við 13 øðrum írskum munkum koma til Føroyar í skinnbáti.

Í fororðunum sigur høvundurin, at "Færøerne hvornår skete det" er eitt framhald av "Færøerne i 1000 ár", sum kom út á fyrsta sinni í 1990, men skjótt varð útseld. Høvundurin hevur roynt at verið sakligur í umrøðuni av stórum og smáum hendingum, men alt er sjálvsagt ikki komið við.

Byrjað verður við árstalinum, síðani koma fleiri upplýsingar, fyrst og fremst um politisk og búskaparlig viðurskifti. Vinnulív, samferðsla og byggivinnan umframt mentan í hesi røð verða síðani umrødd. Í førum hevur høvundurin mett, at onkur mentanarlig hending er av slíkum týdningi, at hon eigur at verða umrødd sum tann fyrsta galdandi tað árið. Síðst í umrøðini fyri hvørt árið sær koma ólukkur og náttúruviðurskifti, sum upptaka føroyingar nógv.

Aftast í bókini er umfatandi yvirlit yvir søguligar persónar, staðarnøvn, hendingar, skip og annað. Har er yvirlit yvir talið á løgtingsmonnum síðani 1906, hvørjir løgmenninir hava verið, hvørjir flokkar hava verið umboðaðir í landsstýrinum ymsu valskeiðini, landstings- og fólkatingsmenn, sorinskrivarar, fútar og undirfútar, amtmenn, ríkisumboðsmenn og kommandantar, biskuppar og próvstar.

Heini Madsen hevur givið nógvar bøkur út seinnu árini. Í 1989 kom "Fólkateljingin í Føroyum 1801", í 1990 "Færøerne i 1000 ár", í 1992 Grind, "Færøernes hvalfangst", í 1994 "Børn og ung í Føroyum", í 1995 "Fólkateljingin í Føroyum 1850", og í fjør "Ordbog for slægtforskere". Saman við Svend Andersen og Birgit Øskov skrivaði hann í 1990 bókina "Vestbjerg skole".

"Færøerne hvornår skete det" kostar 218 krónur í bókabúðunum. "Fólkateljing í Føroyum 1801" í broyttum líki er komin út aftur, og hon kostar 125 krónur. Forlagið Skúvanes gevur út.