Óhepnið við føroyingum í enn einum megnaravriki

Í fyrra hálvleiki var føroyska liðið ikki serliga sjónligt, og Skotland sat á tí mesta. Skotska liðið var tó ikki heilt so gott at skapa málmøguleikar. Næsta skotroyndin hjá skotum sat í netinum. Hetta var eftir fríspark, sum Shaun Maloney úr Aston Villa setti í netið. Sparkið kom úr 20 metrum, og sat handan ein sakleysan Jákup Mikkelsen í føroyska málinum.

Tíggju minuttir seinni var aftur vandi á ferð, hóast tað ikki serliga ofta var tað. Darren Fletcher sendi ein bólt inn til Garry O?Connor, sum eftir tvær royndir fekk bóltin í netið. Fyrstu royndina tók Jákup Mikkelsen, men náddi ikki á føtur at verja fyri næstu royndini, sum tryggjaði skotska liðnum eina 2-0 hálvleiksleiðslu.

 

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið hamskift. Nú sást ikki at Føroyar liggur heili 171 pláss aftanfyri Skotland á styrkislistanum hjá FIFA, og tað er ikki ov lítið sagt, at Føroyar hevði alt spælið. Nógvar flytingar vóru at síggja, samstundis við at allir leikararnir leiktu upp til sítt besta. Tann bakandi sólin tóktist nú at skína enn bjartari, men tað skuldi vísa seg, at óhepnið var við føroyingunum. Fyrst rakti ein skallari hjá einum væl leikandi Christian L. Holst á stongina, meðan Andrew av Fløtum móti endanum av dystinum rakti á tvørtræið eftir einum fríloypara ímóti málinum.

Umframt hetta høvdu føroyingar aðrar møguleikar at skora, men neyvleikin var ikki til staðar.

Liðini bæði áttu hvør sín hálvleik, men man ikki at skotska liðið turkar sveittan av pannuni við lættasta andanum í kvøld.