Óheppið um tilvildin verður avgerandi

Formaðurin í RSF og formaðurin í róðrardeildini hjá VÍF eru samdir um, at tað er óheppið, um feløgini á fundinum í dag skulu velja millum øll uppskotini, sum liggja á borðinum

KAPPRÓÐUR

Hvør skal oftari enn higartil verða vertur, tá ið tað í framtíðini verða sjey og ikki seks FM kappingar í kappróðri. Spurningurin ætlast at verða svaraður fyrrapartin í dag, tá ið RSF fer at hava aðalfund. Nevndin í RSF hevur ikki nakað ítøkiligt tilmæli, men teir hava meiri ella minni roknað við, at Runavík verður vertur fyri einari FM kapping í ár, hóast tað er Fuglafjørður, sum eigur rættin til FM róðurin í ár, sum tey bæði plássini higartil hava skiftst um.
Síðani Kappróðrarfelagið NSÍ kom fram við uppskotinum um eina sjeyndu FM kapping hevur av og á verið tosað nógv um málið, og tað hava eisini verið nógvar viðmerkingar á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Men nú feløgini fara á aðalfund bendir nógv á, at tey skulu velja millum í minsta lagið fimm uppskot.
Sambært kappróðrarskipanini fyri 2002 eru 30 limafeløg í RSF. Tey hava á aðalfundinum eina atkvøðu í part, og so hevur nevndin í RSF tvær atkvøður. Fleiri av limafeløgunum hava ikki luttikið í FM kappingum í fleiri ár, og tað er neyvan sannlíkt, at fleiri enn tjúgu feløg fara at møta á fundinum í dag.
? Vit halda, at tað er óheppið, um tey 15?20 feløgini, sum møta á aðalfundinum skulu taka dagar ímillum fimm uppskot. Tað kann hava við sær, at tað, sum verður samtykt, bara hevur undirtøku frá kanska 5?8 feløgum. Tá hevði tað verið betri, um tað undan fundinum var komið fram til eina semju ella kanska tvey uppskot at taka dagar ímillum. Tað hevði verið nógv rudduligari. Vit hava í skrivi til RSF boða frá okkara støðu, men vit hava ikki gjørt nakað við at sannføra onnur feløg um, at tey skulu taka undur við okkum.
Tað er Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, sum sigur hetta. Hann heldur, at nevndin í RSF kanska skuldi havt eitt greitt tilmæli undan aðalfundinum:
? Aðalmálið má vera, at optimala loysnin verður samtykt. Teir í RSF hava verið við í nógv ár, og teir eiga at hava eina áskoðan um, hvat tænir kappróðrinum best.

Luttakararnir fyrsta rætt
Bárður Nielsen tekur sjálvandi undir við uppskotinum, sum VÍF í brævi hevur boðað frá. Altso at Runavík skal hava FM kappróður á hvørjum ári, at Fuglafjørður og Vestmanna skulu skiftast um eina kapping, og at Vágarnar skulu eiga eina stevnu.
? Vit halda hetta vera bestu loysnina av fleiri orsøkum. Í Runavík hava teir verið óførir at luttikið, teir hava gingið undan í at fáa nýggjar bátar til vega, teir hava fyri stuttum bygt sær stórt og snotuligt neyst, teir hava staðið seg væl, teir eiga eitt tað besta róðrarøkið, og tað vóru teir, sum av fyrstan tíð komu við uppskotinum um sjeyndu FM stevnuna. Vit halda ikki, at tað er rímuligt, at Fuglafjørður fær FM stevnu á hvørjum ári. Teir hava ikki luttikið í fleiri ár. Av somu orsøk halda vit ikki, at tað er rímuligt, at Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík fáa FM stevnur oftari, enn teir hava nú. Vit luttaka við fleiri bátum og uppaftur fleiri manningum á hvørjum ári, og tí halda vit, at tað hevði ikki verið annað enn rímuligt, at vit og fuglfirðingar skiftust um eina FM stevnu.
Í brævinum frá vestmenningum til RSF verður víst á, at tað nátúrliga samskiftið, sum hevur verið millum Vestmanna og bygdirnar í Vágum ikki er so nátúrligt longur, nú tað ikki verður ferðast í Vágarnar umvegis Vestmanna.
? At skipa fyri stevnu fjórða hvørt ár halda vit vera ov sjáldan. Tað er truplari at optimerað fyrireikingarnar, enn tað hevði verið, um vit annað hvørt ár høvdu skipað fyri FM kapping, siga vestmenningar.
Men hava tit eitt nóg gott róðrarøki?
? Um tað verður stytt úr túsund og niður á 950 metrar, so halda vit tað vera framúr gott. Teir fyrstu hálvthundrað metrarnir á túsund metrum eru umstøðurnar ikki altíð nóg góðar. Tað er ov steymhart, tá ið vestfallið tekur seg upp. Men tá ið teir aðra staðni hava stytt tað, sum verður nevnt túsund metra málið, niður í 950 metrar og í Havnini niður á 930 metrar, so duga vit ikki at síggja, at hetta verður nakar trupulleiki, sigur Bárður Nielsen.
Snýr hetta seg ikki minst um pengar?
? Tá ið FM kappróður er á stevnuni, økist áhugin fyri henni. Tað ber størri inntøkur við sær. Men eg haldi ikki, at hetta hevur verið drívmegin hjá okkum. Vit halda, at tað eru fleiri góðar orsøkir til, at Runavík skal eiga FM kapping á hvørjum ári, og vit halda eisini, at tað eru góðar grundir fyri, at vit skulu eiga rættin til títtari at skipa fyri FM kappingum, enn vit higartil hava gjørt.

Ráðgevandi uppgávu
Tá ið vit tosaðu við formannin í Róðrarsambandinum, Hannis Joensen, dugdi hann ikki at siga okkum, um øll tey fimm uppskotini, sum hava verið nevnd, fara at koma til viðgerðar og atkvøðugreiðslu í dag.
Hví eru tit í nevndini ikki komnir við einum greiðum tilmæli um, hvat tit halda vera ta bestu loynsina?
? Vit hava ikki hildið tað vera rætt. Tað eru feløgini, sum eiga RSF, og vit vildu í fyrstu atløgu geva teimum møguleikan at finna eina loysn. Um tað kortini verður neyðugt hjá okkum at koma við einum tilmæli, so er framvegis møguleiki fyri tí. Eg rokni við, at tað fer at verða tosað undan fundinum.
Hvat er so tykkara uppgáva, tá ið tit ikki hava viljað tilmælt?
? Vit hava royndir, og vit halda okkum hava nakað av innliti í, hvat ber til, og hvar ikki ber til kring landið. Feløgini fara at taka avgerðina, men vit fylgja væl við, og kanska verða tað ikki fimm uppskot at taka støðu til á fundinum. Vit fáa at síggja, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF.