Fótbóltur
Karl Vidtfeldt, sum enn er limur í Kappingarnevndini hjá FSF, var í fjør formaður í somu nevnd.
Tað merkir samstundis, at hann var formaður í teimum førum, har spælarar ella venjarar ikki hava verið revsaðir fyri útsagnir, sum annars væl kundu komið undir somu reglu sum hana, ið Bartal Eliasen nú er revsaður eftir.
Og hann viðgongur, at tað til tíðir kann vera trupult at síggja greiðu linjuna, sum helst skal vera í, tá discipliner-mál verða viðgjørd.
- Vit hava gjørt feløgini varug við hetta. Tað gjørdu vit á fundi í fjør, har reglur innan økið eisini vórðu útflýggjaðar feløgunum.
Men hyggur tú eftir dømum frá í fjør, so vóru útsagnir, sum beinleiðis vendu móti integritetinum hjá dómarunum, ikki revsaðar?
- Ikki heilt. Kurt Mørkøre fekk tveir dagar fyri sítt reyða kort. Og har var talan so um longt leikbann, sigur Karl Vidtfeldt.
Er hetta so, so merkir tað væl, at orðini um, at dómarin hevði gjørt av, hvør skuldi vinna dystin, hava kostað ein dag. Er tað ikki ein utsøgn, sum er grovari, enn at dómarin dugir hvørki at floyta ella renna?
- Tað var í eini samlaðari meting, at vit tá góvu tveir dagar. Í hesum førinum við Bartali hava vit so eisini mett, at talan skuldi verða um tveir daga leikbann, sigur Karl Vidtfeldt.
Hann viðgongur samstundis, at ikki visti um útsagnirnar hjá eitt nú Christian Lundberg, sum annars vóru at hoyra á kykmyndum á portalinum og kundu lesast í Sosialinum.
Um FSF skal nýta slíkar útsagnir sum grundarlag undir revsing. Setir tað so ikki krav um, at tit hoyra og síggja allar viðmerkingar, sum verða gjørdar í miðlunum? Hóast alt hava bløðini túsundtals lesarar, eins og kykmyndir av fótbóltsdystum hava úti við 2.000 downloads fyrsta samdøgurið.
- Tað havi eg sagt frá fyrsta degi. At verður hetta tilfeldið, so fær Kappingarnevndin nokk at síggja til. Og eg skal viðganga, at tað er óheppið, um linjan ikki er greið. Tað er eitt mál, sum vit altíð royna at halda, og sæð í bakspeglinum, so vilja tað altíð vera viðurskifti, sum vit kundu gjørt øðrvísi.
- Men við støði í málinum, sum nú er viðgjørt, haldi eg, at vit hava sett eina linju, sum øll kenna, um líknandi dømi koma fyri, sigur Karl Vidtfeldt.