Jógvan Skorheim, limur í landsstýrismálanevndini, vil ikki gera eina niðurstøðu í klaguni frá Birni Kalsø um Høgna Hoydal, um at landsstýrismaðurin skal hava sagt ósatt fyri tinginum. Jógvan Skorheim sigur í niðurstøðuni hjá nevndini, at hann vil ikki gera eina niðurstøðu í hesum málinum og heldur ikki í nøkrum málið frameftir. Grundgevingin er, at landsstýrismálanevndin ikki hevur neyðug arbeiðskor til at viðgera innkomin mál.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at tað er óheppið um limirnir í landsstýrismálanevndini ikki meta seg hava tey neyðugu amboðini, ið skulu til fyri at viðgera málini, sum eru komin inn. Um so er, so eigur mann sjálvandi at eftirmeta tær skipanir sum er og um tær tæna tí endamáli, sum tær skulu.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tað kunnu verða tvey viðurskiftir, sum gera seg galdandi í hesum máli. Tað fyrsta kann verða, at skipanin skal eftirmetast.
- Sum heild eigur mann at eftirmeta skipanir við jøvnum millumbili, fyri at tryggja sær, at tær virka sum tær skulu. Har er landsstýrismálanevndin ein nevnd, sum hevur verið uppi og vent javnan, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hitt kann verða, at tað er tingmaðurin, sum ikki fær tikið eina støðu sjálvur og og tí stendur í eini truplari støðu. Tað kann so ávirka skipanina á henda hátt, at hann ikki gera eina niðurstøðu í einum máli.
- At fara at tosa um, at geva landsstýrismálanevndini kanningarstjóraheimildir, haldi eg ikki er ein gongd leið. Tá byrjar tað onkursvegna at líkjast einum politiskum dómstóli og tað plaga vit at ræðast í okkara parti av heiminum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Løgtingsformaðurin ásannar, at umsitingin í Løgtinginum er lítil, men at hann hevur álit á, at hon kann veita tað ráðgeving, ið hon skal. Eisini í hesum føri til landsstýrismálanevndina.