Jákup Dahl í Hoyvík hevur í kvøld fingið grønu virðislønina hjá Tórshavnar Býráði.Tað var Sigrún Mohr, næstforkvinna í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði, sum handaði Jákupi Dahl virðislønina fyri urtagarðin, hann hevur brúkt áratíggjur um at skapa í einum lokalum gili, fram við ánni undan Djúpagili, innast í Skraddaragøtu í Hoyvík.
- Jákup Dahl hevur við síni vitan og eldhuga víst í verki, hvussu vakur ein urtagarður kann verða gjørdur við fjølbroyttum plantusløgum, trøum og runnum, sigur Sigrún Mohr, tá ið hon handaði virðislønina.
- Saman við stóru klettunum í ánni og vøkru grótlaðingunum, er hetta ein av Føroya vakrastu urtagørðum.
- Frá at hava verið eitt bert fjallalendi, er økið vorðið til tann vakra urtagarðin, ið vit kunnu uppliva í dag, segði hon.
Umframt at hann hevur grønar fingrar og veit rættiliga nógv um plantufrøði, hevur hann eisini oyst av hesi vitan og verið fúsur við góðum ráðum.
- Og nú prátið er um grønar fingrar, leggur Jákup ongantíð fingrarnar í milllum, tá ið hansara sjónarmið skulu framsetast segði Sigrún Mohr.
Ein slíkur persónur sum Jákup hevur tískil uppiborið eitt herðaklapp, segði Sigrún Mohr, tá ið hon handaði honum virðislønina og kekkin á 10.000 krónur, sum fylgdi við.
Myndin er av Jákupi Dahl, tá ið hann fekk virðislønina í kvøld og undir greinini eru fleiri myndir av prýðiliga urtagarði hansara.