Her er Beinir í Go' morgen Danmark

Í morgun vitjaði Beinir Troest í morgunsendingini hjá TV2.

Sendingin varð send live, og ungi føroyski tónleikarin fortaldi um sína heldur øðrvísi konsertferð, sum hann hevur verið á í seinastuni. 

 

Hann hevur millum annað spælt á Ríkissjúkrahúsinum, í einari motorsúkklugarrasju á Østerbro, einum føðingardegi í Roskilde og til stovukonsertir í Båring.

 

Orsøkin til hann hevur spælt á hesum eitt sindur skeivu støðnum er, at hann skrivaði út til sínar fylgjarar, um tey høvdu nøkur støð hann kundi spæla. Tí fekk konsertferðin heitið "Uknown location your".

 

Eisini tosa hann og verturin um konsertina á Hotel Cecil, sum verður 27. apríl.

 

Til síðst spælir hann lagið "Romeo" í studionum.

 

Sendingin sæst herá TV2 Play við at spola fram til 19 minuttir. Hald krevst fyri at síggja.

 

##med2##