Eysturríki er í innleiðandi HM-bólki J saman við verandi heimsmeistarunum, Argentina, Algeria og Jordan.
Undan HM-endaspælinum fer Eysturríki at spæla venjingardystir móti Tunesia og Guetamala.
Føroyar hava møtt Eysturríki á átta sinnum í EM- og HM-undankappingardystum. Vit vunnu ein minniligan 1-0 sigur afturi í 1990, og fingu ein góðan 1-1 javnleik á Tórsvølli í 2008. Hinar seks dystirnar hevur Eysturríki vunnið greitt.
Landsliðsvenjarin, Ralf Rangnick hevur kunngjørt HM-hópin, ið bert hevur tveir leikarar sum spæla í bestu eysturíksku fótbóltsdeildini.
HER er eysturríkski HM-hópurin:
Málverjar:
- Alexander Schlager (RB Salzburg)
- Patrick Pentz (Brøndby)
- Florian Wiegele (Viktoria Plzeň)
Verjuleikarar:
- David Alaba (Real Madrid)
- Stefan Posch (Mainz 05)
- Philipp Lienhart (SC Freiburg)
- Kevin Danso (Tottenham)
- Phillipp Mwene (Mainz 05)
- Alexander Prass (Hoffenheim)
- Marco Friedl (Werder Bremen)
- Michael Svoboda (Venezia)
- David Affengruber (Elche)
Miðvallarar:
- Marcel Sabitzer (Borussia Dortmund)
- Christoph Baumgartner (RB Leipzig)
- Florian Grillitsch (Braga)
- Konrad Laimer (Bayern München)
- Xaver Schlager (RB Leipzig)
- Nicolas Seiwald (RB Leipzig)
- Alessandro Schöpf (Wolfsberger AC)
- Romano Schmid (Werder Bremen)
- Patrick Wimmer (Wolfsburg)
- Carney Chukwuemeka (Borussia Dortmund)
- Paul Wanner (PSV)
Áleyparar:
- Marko Arnautović (Reyða Stjørna)
- Michael Gregoritsch (FC Augsburg)
- Saša Kalajdžić (LASK Linz)












