Her er hópurin hjá Norðurmakedonia sum møtir Føroyum á Tórsvølli

Fleiri av norðurmakedonsku leikarunum spæla í sterkari deildum enn okkara leikarar

Leygardagin klokkan 14 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti fyrsta dystin í hesi Nations League kappingini.

 

Dysturin verður móti Norðurmakedonia. Hini liðini í okkara bólki eru Lettland og Armenia. Týsdagin 10. september klokkan 17 spæla vit móti Lettlandi í Riga.

 

Hyggja vit eftir hópinum hjá Norðurmakedonia kunnu vit skjótt staðfesta, at teir spæla í flestu førum í betri deildum enn okkara leikarar.

 

Norðurmakedonia hevur eins og Føroyar ein leikara úr bestu norðurmakedonsku deildini. Okkara er Jóan Símun Edmundsson, ið spælir í Shkupi.

 

27. mars í fjør taptu Føroyar í einum venjingardysti í Skopje 0-1 fyri Norðurmakedonia. Tað er einastu ferð okkara hava møtt Norðurmakedonia í  A-landsliðshøpi.

 

HER er hópurin hjá Norðurmakedonia:

 

##med2##

 

Kelda: Norðurmakedonska fótbóltssambandið