Her er nýggi oyggjaleikabúnin

Ítróttasamband Føroya avdúkaði seinnapartin búnan, sum fer at verða brúktur á oyggjaleikunum á Gibraltar í summar.

Á tiltaki í SMS seinnapartin avdúkaði Ítróttasamband Føroya tann nýggja oyggjaleikabúnan, sum skal brúkast á oyggjaleikunum á Gibraltar í summar.

Nýggi búnin er eins og undanfarin ár myrkabláur. Hann er av merkinum Craft, og hann er prýddur við búmerkinum hjá ÍSF og stuðlunum, sum eru Atlantic Airways, Skálkur, SMS og Televarpið.

Oyggjaleikirnir á Gibraltar vera í døgunum 6. til 12. juli.