Her er nýggi TB-venjarin

Tað verður ein hollendskur venjari, sum skal standa á odda fyri TB komandi kappingarár.

Sum in.fo herfyri kundi boða frá, so fór Páll H. Guðlaugsson ikki at halda fram sum venjari hjá TB eftir hetta kappingarárið. Í kvøld eru tíðindini váttað, tí TB hevur nevniliga á heimasíðuni kunngjørt hvør nýggi venjarin er.


Talan er um hollendska Robert F. Roelofsen. Hann er 45 ára gamal og hevur seinast starvast sum U23-venjari hjá týska FC Hansa Rostock, har hann eisini var hjálparvenjari á besta liðnum. Hann hevur eisini royndir frá Bundesliguni, har hann í 2006/2007 var hjálparvenjari hjá VfL Wolfsburg.


Fyri góðum 10 árum síðani var hann venjari hjá U17-liðnum hjá Hansa Rostock, og var hann tá venjari hjá eitt nú navnframa Toni Kroos. Tey trý árini áðrenn hann kom aftur til Hansa Rostock í januar í fjør, hevði hann roynt seg sum venjari hjá Bintang Medan í Indonesia og ungdómsvenjari hjá Al Ahly Tripoli í Libya.