Her er nýggja verjan hjá brúkarunum

Landsstýrismaðurin hevur sett nýtt brúkaraumboð

Nýggja brúkaraumboðið, Rannvá Sólheim, høgrumegin, og fráfarandi brúkaraumboð, Rannvá Ragnarsdóttir

Tað verður Rannvá Sólheim, sum verður nýtt brúkaraumboð. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur nevniliga sett hana í starv sum nýtt brúkaraumboð. Rannvá er 51 ára gomul og løgfrøðingur. Hon hevur og drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini.

 

Rannvá starvaðist fleiri ár hjá Føroya Tele og í Dátueftirlitinum, áðrenn hon fór í starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum, har hon var í 10 ár. Seinastu tíðina hevur Rannvá verið løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, og 1. november tekur hon við sum brúkaraumboð eftir Rannvá Ragnarsdóttir.

 

Nýggja brúkaraumboðið, Rannvá Sólheim, høgrumegin, og fráfarandi brúkaraumboð, Rannvá Ragnarsdóttir