- 1. januar klokkan 12.15 varð hesin lítli drongurin borin í heim. Foreldrini eru Súsanna Annfinnsdóttir Crooks og maður hennara Andrew Crooks úr Kaldbak.
Tað er vorðið siður, at Sosialurin og aðrir miðlar skriva um ársins fyrsta føroying. Og soleiðis er aftur í ár. Men av somu orsøk hevur Súsanna hoyrt nógv fyri, at hon ivaleyst fór at enda í bløðunum, tá ið hennara lítla barn varð komið til heimin.
Tí hon var sett til 1. januar 2017 og hon átti júst hendan dagin.
- Tey hava ávarað meg um, at eg fór sikkurt at enda í bløðunum, sigur Súsanna flennandi av føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Tað er nevniliga stuttligt at eiga ársins fyrsta føroying. Og hesin lítil sjeikurin er lítlibeiggin í familjuni.
- Stóribeiggin er fýra ár og hann er so errin av lítla dronginum, greiðir Súsanna frá.
Tað var klokkan 7.30 1.januar, at Súsanna fekk verkir og so gekk skjótt fyri seg.
Klokkan umleið 11.15-11.30 var hon á sjúkrahúsinum og longu klokkan 12.15 var lítli beiggin lagdur í hennara armar.
- Tað gekk fantastiska skjótt og væl, sigur Súsanna.
Lítla familjan fer aftur til Kaldbaks í morgin ella ovurmorgin, har tey hava bústað. Súsanna er sjálv av Kaldbak, meðan maðurin Andrew er skot