Her er ársins lið

FIFA hevur júst kunngjørt ársins lið, har Ronaldo og Messi nærum eru sjálvskrivaðir.

Tiltakið The Best FIFA Football Awards 2017 verður hildið í London í kvøld, og fyri lítlari løtu síðani varð ársins lið kosið.


Talan er um eina 4-3-3-uppstilling, har tríggir teir fremstu nærum vóru sjálvskrivaðir. Hinvegin var hørð kapping um hini plássini.


Ársins lið sambært FIFA:


Gianluigi Buffon - Dani Alves, Sergio Ramos, Leonardo Bonucci, Marcelo – Andres Iniesta, Luka Modric, Toni Kroos – Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, Neymar