Her er ársins lið í hondbólti

Tríggir danir eru við á ársins liði, sum leikarar sjálvir hava atkvøtt fyri.

Ársins lið í manshondbólti er nú sett. Tað eru leikararnir sjálvir, ið hava atkvøtt umvegis eina atkvøðugreiðslu, ið evropeiska leikarafelagið hevur staðið fyri.


Í leikarafelagnum eru 1350 leikarar úr Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki, Fraklandi, Týsklandi, Spania og Kroatia. Hetta er fyrstu ferð, at tey atkvøða fyri ársins liði.


Ársins lið


Málverji: Niklas Landin (Danmark / THW Kiel)


Vinstri bakkur: Mikkel Hansen (Danmark / PSG Handball)


Playmaker: Nikola Karabatic (Frakland / PSG Handball)


Høgri bakkur: Kiril Lazarov (Makedonia / FC Barcelona)


Vinstri vongur: Uwe Gensheimer (Týskland / PSG Handball)


Høgri vongur: Lasse Svan Hansen (Danmark / Flensburg-Handewitt)


Strikuspælari: Julen Aguinagalde (Spania / Vive Kielce)