Her er skráin fyri Summar Festivalin

Summar Festivalurin kunnger nú skránna fyri ársins festival

Hóskvøld verður stórt 20 ára jubileumsshow og elektroniskur tónleikur við Faustix, fríggjakvøld spælir bretska heimsstjørnan Olly Murs, og leygarkvøld fer legendariski rockbólkurin Uriah Heep á pallin.

Summar Festivalurin hevur kunngjørt skránna fyri ársins festival.

Festivalurin byrjar við skrúðgongu fyri børn og barnsligar sálir hósdag klokkan 15. Gingið verður niðan í Silvaland, sum síðani letur upp. Silvaland heldur til í ítróttarhallunum, og har verða aktivitetir, undirhald, framførslur og mangt annað fyri familjurnar. Serlig skrá fyri Silvaland verður kunngjørd seinni.

Summar Festivalurin bjóðar konsertir á Vágsbø, í Tjaldinum og á Torginum í tríggjar dagar. Fyrsta konsertin verður við Mariu Ronnisdóttir á Heygum á Torginum hóskvøld klokkan 19, og tann seinasta konsertin verður við Jens Marna Hansen í Tjaldinum leygarkvøld klokkan 03.

Niðanfyri ber til at síggja skránna fyri ársins Summar Festival, sum verður hildin dagarnar 8. til 10. august.


***

 

SKRÁ FYRI SUMMAR FESTIVALIN 2024


HÓSDAGUR 8. AUGUST


Vágsbøur

22.00: SF 20 ára show

01.00: Faustix


Tjaldið

20.00: Son of Fortune

23.30: Danny Baldursson


Torgið

19.00: Maria Ronnisdóttir á Heygum

21.00: Finnur Koba

00.30: Kim Hansen


Klaksvíksgarðurin

15.00: Skrúðgonga heim í Silvaland

*


FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST


Vágsbøur

21.00: Dania O. Tausen

22.00: Olly Murs

01.00: Dynamit

03.00: RSP


Tjaldið

19.45: 21KNM

23.45: Tinganest

02.15: Adrenaline


Torgið

19.00: Kári Fossdalsá

20.30: Gudny & Co.

00.30: Herborg Torkilsdóttir

*


LEYGARDAGUR 10. AUGUST


Vágsbøur

17.00: Barnakonsert

20.00: Hamradun

23.00: Uriah Heep

01.45: Frændur


Tjaldið

19.00: Evi Tausen

21.15: Lena Anderssen

00.30: Sakaris

03.00: Jens Marni


Torgið

18.15: Eyðun Jacobsen

22.15: Paul Watchorn

01.15: Laila & Malan

 

##med2##