Her er U21-hópurin

Føroyski hópurin til HM-undankappingina komandi vikuskiftið er úttikin

Januar 2017 er ein stórur mánaður fyri føroyskan landsliðshondbólt, tí at tá eru ikki færri enn tvær undankappingar á heimavølli á skránni. Fyrst skal U21-landsliðið hjá monnum royna seg í HM-undankapping komandi vikuskiftið, meðan A-landsliðið hjá monnum spælir EM-undankapping vikuskiftið aftaná.

 

Í dag er blivið kunngjørt, hvørjir leikarar manna U21-landsliðið til HM-undankappingina komandi vikuskiftið, sum verður spæld í høllini á Hálsi.

 

Teir 16, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

 

Málmenn:

 

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold

 

Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt

 

Útileikarar:

 

Rói Berg Hansen, Neistin

 

Torkil Hentze, Neistin

 

Teis Horn Rasmussen, Neistin

 

Pætur Mikkjalsson, Neistin

 

Helgi Hildarson Hoydal, H71

 

Hilmar Leon Jakobsen, H71

 

Jónas Gunnarson Djurhuus, H71

 

Pætur Thomsen, H71

 

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt

 

Fríði Weyhe, KÍF

 

Pætur Johansen, StÍF

 

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne

 

Áki Egilsnes, TMS Ringsted

 

Sjúrður Olsen, VÍF

 

Mótstøðuliðini hjá Føroyum í undankappingini verða Sveis, Ísrael og Finnland. Undankappingin verður spæld í døgunum frá 6.-8. januar. Spælt verður um eitt pláss til U21-landsliðs HM, sum verður spælt í Algeria í summar.

 

Venjarar hjá Føroyum eru Kári Nielsen og Ingi Olsen.