Her eru bólkarnir í EHF European League bólkaspælinum

Føroyingaliðini endaðu ikki í bólki saman

Tað er greitt hvørji lið møtast í EHF European League bólkaspælinum komandi kappingarár. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel endaðu í bólki E saman við RK Nexe úr Kroatia, Vojvodina úr Serbia og Torrelavega úr Spania.

 

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof endaðu í bólki H saman við íslendska, FH, Fenix Toulouse úr Fraklandi og vinnaranum av uppgerðini millum Mors-Thy úr Danmark og Gummersbach úr Týsklandi. 

 

Jóhan á Plógv Hansen og verjandi meistararnir í EHF European League, Flensburg-Handewitt endaðu í bólki G saman við Tatabanya úr Ungarn, MRK Sesvete úr Kroatia og vinnaranum av uppgerðini millum Izvidac úr Bosnia Hersogovina og HCB Karviná úr Kekkia.

 

Um Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vinna uppgerðinar móti Bjelin Spačva Vinkovci úr Kroatia endar Valur í bólki F. Har eru liðini Porto úr Portugal, HC Vardar úr Norðurmakedonia og vinnarin av uppgerðini millum Melsungen úr Týsklandi og Elverum úr Noregi.

 

Vónandi megnar Valur at vinna seg í bólkaspælið, so vit kunnu fylgja fleiri føroyingum í bólkaspælinum komandi vetur. 

 

##med2##

 

Kelda: Eurohandball