Her eru ráðini til foreldur at børnum í dagstovnum

Talan er um 11 ráð, sum snúgva seg um reinføri og frástøðu

Koronaráðgevingin hjá landinum hevur latið gera eina vegleiðing til foreldur at børnum, sum hava børn á stovni.

Ráðini eru 11 í tali, og tey snúgva seg millum annað um, hvussu mann best møguligt heldur frástøðu og hevur reinføri í ordan. Sum heild skulu fólk ikki koma í fysiskt samband, og heitt verður á, at sama foreldur skal í mest møguligan mun avlevera og heinta einstaka barnið.

Hesi eru ráðini:

• Tá ið tað ber til, skalt tú ikki fara inn í bygningin á stovninum, men siga farvæl við barnið í garðinum uttan fyri dyrnar.

• Tá ið tú koyrir barnið á stovn ella heintar tað aftur, skalt tú royna at halda frástøðu á tveir metrar. Foreldur og børn eiga ikki at savnast saman í størri bólkum.

• Syrg fyri, at barnið vaskar hendur, beint áðrenn tit fara heimanífrá, og at tað vaskar hendur, so skjótt sum tit koma heimaftur

• Lær barnið hjá tær at vaska hendurnar væl og virðiliga og tosa við barnið um, hvussu ein fylgir teimum yvirskipaðu reglunum um reinføri og frástøðu, har tað ber til.

• Syrg fyri, at barnið hevur góð klæði við, soleiðis at tað kann vera uttandura. Minst til sólkrem, tá ið veðrið er gott.

• Tak ikki leikur við heimanífrá.

• Barnið hjá tær skal ikki geva øðrum mat burturav. Gev eitt nú ikki barninum mat, sum tað skal býta út í sambandi við føðingardagar o.tíl.

• Fylg tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi avtalum um at spæla saman í frítíðini. Ger avtalur við tey somu fáu børnini, sum hoyra til bólkin hjá barninum á stovninum.

• Fylg væl við sjúkueyðkennum hjá barninum – um barnið bara hevur eitt lítið tekin um sjúku, skalt tú hava tað heima og ringja til kommunulæknan.

• Ert tú sjálvur sjúkur, skalt tú halda teg heima og ikki sjálvur koyra barnið á stovn ella heinta tað.

• Gerst barnið sjúkt, tá ið tað er á stovni, skalt tú heinta tað alt fyri eitt og ringja til kommunulæknan.