Fyri løtu síðani hevur lutakast verið í Nyon í Sveis, har tað skuldi staðfestast, hvørji lið skuldu hittast til tvey sløg um at spæla seg víðari til bólkaspælið í Champions League í komandi kappingarári.
Talan er um 20 lið, ið fáa eitt mótstøðulið, og at enda eru tað síðani 10 lið, sum koma víðari til bólkaspælið. Frammanundan var lutakastið býtt í tveir bólkar - ein fyri meistaraliðini frá smærri fótbóltslondunum í Evropa, og síðani fyri tey liðini í størri kappingunum, sum eru komin við orsakað av teirra ovarligu plaseringum í landskapping teirra í farna kappingarári.
Dystirnir ímillum meistaraliðini standa niðanfyri. Við føroyskum brillum er serliga áhugavert, at FCK skal til Kýpros at spæla ímóti Apoel. Apoel vann samanlagt 4-2 ímóti norska Rosenborg í farna undanumfari.
Ludogorets (Bulgaria) - Plzen (Kekkia)
Celtic - Beer-Sheva (Ísrael)
FCK - Apoel
Dundalk (Írland) - Legia Warszawa (Pólland)
Dinamo Zagreb (Kroatia) - Red Bull Salzburg (Eysturríki)
Hinir fimm dystirnir eru hesir:
Steaua Bukarest - Manchester City
Porto - Roma
Ajax - Rostov (Russland)
Young Boys (Sveis) - Borussia Mönchengladbach
Villarreal - Monaco
Ymsu dystirnir verða spældir 16. og 17. august, og síðani verða returdystirnir spældir 23. og 24 august.