Her fáa fleiri bilførarar bót og klipp í koyrikortið

Skeltini siga eitt, men nógvir bilførarar gera nakað annað

Í hesum døgum er ein stórur partur av miðbýnum í Havn avbyrgdur fyri ferðslu. Tað er í sambandi við arbeiðið at leggja fjarhitarør, at ein partur av miðbýnum er avbyrgdur. Tað merkir, at vegurin í Steinatúni er avbyrgdur, so at tað ikki ber til at koyra niðan ígjøgnum brekkuna í Jóannesar Paturssonargøtu, ella brekkuna við gomlu Køkubúðina.

 

Har eru skelti sett upp at leiða ferðsluna oman eftir Tróndargøtu – men tað eru tað nógvir bilførarar, sum ikki akta. Í øllum førum hevur tað verið ein trupulleiki hjá teimum, sum arbeiða í brekkuni, at bilførarar akta ikki skeltini, men halda á niðan ígjøgnum brekkuna sum um at einki var í vegin.

 

Tí fór løgreglan á staðið í gjár, og upp á eina løtu vórðu sjey bilførarar tiknir fyri at koyra framvið forboðsskeltunum og fara niðan ígjøgnum brekkuna. Men tað er ein dýrs søga, tí løgreglan sigur, at teir teimum eina bót, umframt at teir fáa eitt klipp í koyrikortið.