Her hevur framtíðin fest sínar dýrabaru røtur!

Her mitt í Eginsgarði, miðskeiðis í Sands Bygd, hevur framtíðin fest sínar dýrabæru røtur.

Her skuldi byggjast skúli fyri árum síðani, og her er bygdur skúli í dag. Og júst sum tá Sandingar á fyrsta sinni bygdu skúla fyri skjótt 125 árum síðani, skuldu kenslulúðrarnir spæla øll løgini, áðrenn skúlin, smátt um smátt, myndaði seg í frammanundan stórbara landslagnum

Góðu børn! Góðu sandingar! Góðu gestir!

 

Her!

 

Higani sæst Traðarfossur drekka sína egnu spegilsmynd. Higani sæst kirkjuspírið toyggja seg upp móti morgunsólini. Og higani sæst aldumátturin takast við verjandi Nípuna.

Her mitt í Eginsgarði, miðskeiðis í Sands Bygd, hevur framtíðin fest sínar dýrabæru røtur.

Her skuldi byggjast skúli fyri árum síðani, og her er bygdur skúli í dag. Og júst sum tá Sandingar á fyrsta sinni bygdu skúla fyri skjótt 125 árum síðani, skuldu kenslulúðrarnir spæla øll løgini, áðrenn skúlin, smátt um smátt, myndaði seg í frammanundan stórbara landslagnum.

Í dag spæla vit tey løttu løgini, við vón, gleði og undran. Men tað hava eisini verið dagar, sum hava kravt meira enn ov mikið av teimum, sum hava reikað gjøgnum djúpstu dalar, fyri at røkka tindinum vit standa á í dag. Tí er løtan eisini ein løta til rannsókn. Til umhugsunar um, at alt ikki verður givið okkum við lívinum, men at hvør dagur er ein møguleiki vit eiga at nýta. Og at nýta rætt. Ikki bert til gagns fyri okkum sjálvi, men sanniliga eisini fyri grannar og eftirkomarar okkara.

Allir Sandingar eiga at gleðast í dag, og í sálarligu grundini, veit eg at tað eru nógv sum gleðast saman við okkum! Tí hettar stórbara bygdarverkið eigur at savna okkum framyvir. Stórbæri og dygd býr í bygningum, býr í handverkinum, men tað býr fyrst og fremst í teimum møguleikum, sum vit við nýggja skúlanum rudda slóð fyri. Við hesum skúlanum flyta vit skúlans mørk, til hugans mørk.

 

Megnartak

Tað er tráanin eftir vitan og læru, sum hevur flutt okkum frameftir sum samfelag og tað er júst sama tráanin, sum flytir okkum fram á leið, sum menniskju. Skúling er av størstu og týdningarmestu heyggjunum í baksýni, og samstundis leiðin niðan á fjall framtíðarinnar.

Lata vit fólkaræðið úr klæðunum, so snýr tað seg um talu og tøl. Júst somu grundarsteinar sum skúlin byggir á. Tøl og talu. Og fara vit heilt inn á bein, so verður roknistykkið gjørt upp og vit fáa tølini á borðið. Fyri og ímóti. Meir ella minni. Men skúlin lærir okkum so mangt annað. Pløggini sum prýða eru óteljandi. Heimspeki, ítrótt, og felagsskapskensla, bert fyri at taka nøkur úr rúgvuni.

Mentunarliga hválvið vit í dag leita okkum skjól í, hevur verið eitt megnartak fyri øll okkum. sum her búgva. Nýggi og stásiligi skúlin, hevur verið ávegis í meira enn sjey ár, og hettar eru triðja skúlastýrið og triðja kommunstýrið, sum hava lagt árar í sjógv, fyri at náa úrslitinum. Umframt aðrar líknandi skúlaætlanir áðrenn. Tað er í dag, júst eitt ár síðani at Lis Clementsen, táverandi forkvinna í trivnaðar og mentanarnevndini, loysti fyrsta flagið fyri skúlanum. Og longu nú er hann liðugur.

Eg fari at rósa øllum okkara ymisku handverkarum, fyri væla avrik, og ikki minst fyri evnini at finna loysnir, tær fáu ferðir at fast hevur verið í botni. Eitt serligt herðaklapp til Jákup og Ange fyri at fáa tað at bera til at fáa, so ómetaliga nógv burturúr, fyri eina sera kappingarføra upphædd. Einki minni enn eitt bragd, sum onnur eiga at læra av. Síggja vit burtur frá teimum 21 fermetrunum, sum skúlin er størri enn byggisáttmálin sigur, so hevur kostnaðurin hildið til fulnar. Og tað eru ikki nógvar skúlabyggingar, sum megna tað í hesum døgum.

125 ára framstig

Fyri teir alt í alt 812 fermetrarnar, er kostnaðurin um 10,5 mió.kr. Harav eru tær tríggjar milliónirnar fyri innbúgv, útgerð, byggibúning, kloakkering og uttanumøki. Hesin parturin er vorðin eina góða millión dýrari enn mett, tí vit vildu tað framúr fyri næmingar og lærarar. Men tað er bara okkum fyri at lasta, sum ábyrgdina hava, og ikki veitarunum.

Góðu Sandingar!

Vit eiga at vera takksom og eyðmjúk hesa løtu. Tí sum støðan var í Sands Kommunu fyri bert fáum árum síðani, varð tað vónleyst at hugsa um kommunal ódnartøk av hesum slagi. So mikið meira gleðiligt er tað at vera partur av liðnum, sum gjørdi fyrsta nýggja barnaskúlan á Sandi í 125 ár. Og tit eru mong, sum eiga lut í verkinum.

Kenni tað sum skyldu at nevna fýra fólk, sum hava staðið mær nær í skúlahøpi: mamma mín Ada, beiggi mín Niels Jacob, Egil Horn og Maja Horn. Hesi hava framum onnur verið mær vegvísari og laða mær lærdómsins leiðir. Tøkkin til teirra, er endaleys.

Takk til ótrúliga stinna kommunustýrisliðið, sum fyrireikaði og samtykti at byggja skúlan. Takk til Eli Hentze, og Jóhan Petur í Soylu. Takk til Tórur Johannesen, Bjarka Henriksen, og Lis Clementsen fyri ótrúligt seiggj og fantastiskan stuðul, tá harðast leikaði á.

Takk til tey trý skúlastýrini. Takk til lærarnar á Sands Skúla fyri tykkara semjusøkjandi ágrýtni. Takk til Kristian Højsted, skúlaleiðara, fyri klóka kveikjan. Takk til Jákup Reinert Hansen. Og takk til øllum tykkum sum hava fyrireika og fjøltátta okkum hátíðardagin í dag.

Takk til allar undirveitarar fyri dygdarvøru og góðar treytir.

Takk til mentamálaráðið fyri gott samstarv!

Ein serlig tøkk til Kristinu og børnini Ásu, Idu, Nils og Óla, fyri tykkara umsorgan og viðurkenning.

Takk til bygdarfólkið, til tykkum, sum hava borið skúlan á mál.

Góðu børn! Skúlin verður nú tykkara. Verið góð við hann og nýtið hann, sum lopfjøl til eina avbjóðandi, leitandi og vónríka framtíð.

Júst sum Traðarfossur drekkur sær megina. Sum kirkjuspírið vinnur upp móti sólini. Og sum Nípan verjur móti áganginum.

Hjartans tøkk øll somul fyri henda góða dag.

Síðani fari eg at biðja Kristian Højsted, skúlaleiðara um at taka ímóti lyklunum til skúlan.