Her kanst tú hoyra sangin hjá Kristinu

Her ber til at hoyra vakra sangin, sum Kristina Bærendsen skal syngja í íslendska Grand Prixnum

Kristina Bærendsen og Páll Rósinkranz skulu syngja sangin "You and I" í íslendska Grand prixnum, sum verður hildið trý vikuskiftið frá síðst í februar og inn í mars.

Sangin hevur Mark Brink skrivað, og talan er um ein góðan, gamaldags countrypopsang, sum tey bæði syngja sera væl. Her eru ikki stóru elektronisku effektirnar ella villu dansurútmurnar at øsa fjøldina upp við, men sangurin kann hinvegin hugtaka og skapa góðar kenslur.

Trýst á pílin í myndini og hoyr sangin.