Eysturoyingar eru teir føroyingar, sum koyra skjótast. Tað vísir ein kanning, har Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt um, hvønn hugburð bilførarar í teimum ymsu pørtunum í landinum, halda hámarksferðina.
Tað er Lóður, sum hevur gjørt eina spurnarkanning fyri Ráðið Fyri Ferðslutrygd, og hon vísir, at sum heild gongur tað ikki betri enn næstbest at fáa bilførarar at halda seg til hámarksferðina. Alla staðni í landinum siga bilførararnir, at teir koyra eitt sindur skjótari enn loyvt er.
Í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, siga bilførarar allastaðni í landinum, at teir koyra ímillum 85,1 og 88,4 kilometrar um tíman. Og í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, siga bilførarar næstan allastaðni í landinum, at teir koyra ímillum eitt sindur skjótari enn tað, men tað gongur kortini betur at halda seg til hámarksferðina í bygdum øki enn har tað er loyvt at koyra 80.
Tað er bara í tveimu pørtum í landinum, at bilførarar siga, at teir halda hámarksferðina og tað eru bilførararnir í Sandoy og í Suðuroy, sum siga, at teir koyra undir 50 í bygdum øki.
Men kanningin vísir eisini, at eysturoyingar eru teir, sum koyra skjótast, tí í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, siga eysturoyingar, at tað er vanligt at teir koyra 88,4 kilometrar um tíman. Eisini hjá bilførarum í Vágum liggur fóturin tungt á spidaranum, tí har siga bilførarar, at teir koyra vanliga 88,1 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.
Í Norðoyggjum, Norðurstreymoy og í Suðurstreymoy koyra teir vanliga ímillum 87 og 88 kilometrar um tíman, har teir annars bara hava loyvi at koyra 80. Og aftur í hesum føri eru tað bilførarar í Sandoy og í Suðuroy, sum koyra siðiligast, tí teir siga, at teir koyra ímillum 85 og 86 kilometrar um tíman.
Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ásanna tey, at tað stórur munur á hugburðinum til ferð í bygdum øki og á landsvegnum, har tað er loyvt at koyra 80. Sum heild sær tað út til, at bilførarar hava størri virðing fyri ferðmarkinum í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.
Tey ásanna eisini, at tað er munur á hugburðinum til ferð, alt eftir hvar í landinum bilførararnir búgva. Kanska er tað ein samanhangur ímillum, hvussu skjótt bilførarar koyra, og hvussu langt teir hava til arbeiði, ella skúla, tí í Eysturoy og Vágoy siga tey seg koyra skjótari enn aðrastaðni í landinum, siga tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.