Herálvur nýggjur formaður í Lærarafelagnum

Um hálvt annað hundrað fólk vóru á eykaaðalfundi Føroya Lærarafelags, sum var seinnapartin í dag. Eittans evni var á skránni, og tað var val av formanni og tiltakslimum. Páll Poulsen, virkandi formaður síðan í juni, og Herálvur Jacobsen, nevndarlimur seinastu tvey árini, bjóðaðu seg fram at gerast formaður. Tá ið avtornaði vann Herálvur Jacobsen; hann fekk 92 atkvøður, meðan Páll Poulsen fekk 47.

Regin Marnersson varð valdur tiltakslimur uttan val, tí hann var skotin upp áðrenn freistina. Eftir at freistin var úti, vórðu Augusta Petersen úr Vestmanna skúla og Annbritt Toftagaard úr Miðvágs-Sandavágs skúla skotnar upp. Augusta Petersen varð vald við 78 atkvøðum; Annbritt Toftegaard fekk 56.

kelda: skulabladid.fo