Her skal byggjast ein risastór landalistøð

- Øll landalistøðin verður rikin við sjógvi og avsaltaðum sjógvi, og tískil verður støðin ikki tengd at rennandi feskum vatni í økinum, sigur Alsaker Fjordbruk.

Norska alifelagið, Alsaker Fjordbruk, arbeiðir nú við einari verkætlan at byggja eina risastóra landalistøð, sum ætlandi skal ala 100.000 tons av laksi um árið.

 

Økið liggur í Tysnes kommunu, og nú hevur samtakið søkt kommununa um loyvi at byggja alistøðina, sum eisini fer at hava smoltstøð.

 

iLaks veit at siga, at verður støðin veruleiki, soleiðis sum Alsaker Fjordbruk ætlar, verður hon ein av heimsins størstu landalistøðum.

 

Alifelagið vísir á eitt stórt ídnaðarøki, sum eisini sæst á viðheftu mynd.

 

Ætlanin er, at smoltstøðin, sum verður á økinum, eisini skal framleiða smolt, sum skulu setast í aliringar hjá felagnum á sjónum.

 

Og her verður talan um stór smolt, millum eitt kilo og 2,7 kilo, tá tey verða sett út.

 

- Øll landalistøðin verður rikin við sjógvi og avsaltaðum sjógvi, og tískil verður støðin ikki tengd at rennandi feskum vatni í økinum, stendur í umsóknini.

 

iLaks veit at siga, at verður umsóknin hjá Alsaker Fjordbruk góðtikin, verður laksaframleiðslan hjá samtakinum trífaldað.