Her skulu bilførarar ansa sær - annars er bótin vís

- Bilførarar, sum koyra Undir Fossum, skulu ansa sær, tí her fara ferðmátingar at verða gjørdar av og á, sigur løgreglan.

 

Tað gav úrslit, tá løgreglan eftir áheitan gjørdi ferðkanningar Undir Fossum í Klaksvík í gjár. 

 

Her er góður koyrivegur og fólk, sum búgva um hesar leiðir, halda, at her koyra bilarnir stundum so mikið skjótt, at tey kenna seg ikki trygg.

 

Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á hesum vegstrekki í gjár, fingu tey sjón fyri søgn. Fólk, sum hava kært seg um ov nógv ferð, høvdu grein í sínum máli.

 

Í øllum førum um løtumyndin, sum vísti seg í kanningunum hjá løgregluni í gjár, var røtt.

 

Undir Fossum er bert loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, men her vórðu fleiri bilførarar máldir at koyra ov skjótt og fingu bót.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at ein bilførari, sum koyrdi 74 kilometrar um tíman, fekk bæði bót og klipp í koyrikortið.

 

- Ein av bilførarunum fekk eisini bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, og ein annar fekk bót og klipp í koyrikortið, tí barn var í bilinum, sum ikki var íbundið.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at á hesum vegastrekki skulu bilførarar ansa sær, tí nú tað er staðfest, at koyrt verður ov skjótt Undir Fossum, kunnu bilførarar vænta, at her fara ferðmátingar at verða gjørdar av og á.