Her spælir NSÍ seg í steypafinaluna

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá seinnu hálvfinaluni millum HB og NSÍ

NSÍ spældi seg í gjárkvøldið í steypafinaluna, eftir at NSÍ vann seinnu hálvfinaluna móti HB 1-0 á útivølli. NSÍ vann tí samanlagt 2-0 aftaná báðar hálvfinalurnar. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2004, at NSÍ aftur er partur av finaluni um Løgmanssteypið.

 

Nýklakti landsliðsleikarin á NSÍ liðnum, Árni Fredriksberg, skoraði einsamalla málið í dystinum, tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Finalan um Løgmanssteypið verður sostatt millum NSÍ og Víking í ár. Finalan um Løgmanssteypið verður leikt tann 29. august.

 

HB – NSÍ 0-1 (0-0) NSÍ samanlagt víðari við 2-0 sigri aftaná báðar dystirnar

0-1 Árni Fredriksberg, 80.