Fríggjadagin, 23. oktober 2015, letur Elin Josefina Smith framsýning upp íSmiðjuni íLítluvík. Elin hevur giviðframsýningini heitið: Vit lukta av líkum og ólíkum - Verðins órættvísi.
Elin Josefina Smith er 51 ár. Hon er føroyingur, búsitandi íDanmark. Hon er cerfisiseraðlistafólk og er komin heim viðhesi framsýning, sum hon hevur arbeitt viðtrýtey seinastu árini.
Elin Josefina Smith er javnan viðávár- og heystframsýningunum íFøroyum og hevur síðan 1997 havt fleiri framsýningar íSmiðjuni.
Um framsýningina sigur listakvinnan, at hon ein uppgerðviðgrunnskygni og fasadur. Hon roynir at lýsa heimsins ójavna, her tey ríku gerast ríkari og tey fátæku hava lítlan og ongan møguleika at fóta sær og skapa sær eitt virðiligt lív.
- Framsýningin er eisini ein uppgerðviðtann kalda veruleika, at Vesturheimurin tykist at brúka alsamt meiri pening til kríggj, soleiðis at fleiri og fleiri verða heimleys, tí at land teirra verður bumbaðísor, og eingin møguleiki er fyri at liva har. Tey verða rikin fráhúsi og heimi og flýggja viðlívinum íveð, sigur Elin Josefina Smith.
Haraftrat roynir listakvinnan viðframsýningini at lýsa, at nærum øll heimsins fólk eru ólukkulig og hava trupulleikar. Hetta lýsir hon við, at taðtykist, sum um vit liva áymiskum planetum, fremmand fyri hvørjum øðrum.
- Her íVesturheiminum stríðast vit viðstrongd, sálarsjúku, narkotrupulleikum og sjálvmorðiessi, alt meðan tey á"øðrum planetum" ikki so frægt sum hava innivist ella skúlagongd íboði, sigur hon.
Elin Josefina Smith hevur nógvar skøltar og beinagrindir viðsum tema, bæði fyri at brúka verkini sum "Wake up call" hjáokkum og at fortelja, at støðan íheiminum, sum núer, heldur ikki ílongdini. Her tykist eingin gongd leiðat vera, og vit gerast meir og meir ólukkullig. Listin er beinrakin og pakkar einki inn, men sigur sannleikan, sum hann er.
Tóeru onnur verk viðáframsýningini, sum ikki júst umboða tey døpru tema omanfyri. Tey verkini eru uppi áloftinum íSmiðjuni.