Tvøroyrar býráð hevur fyri lítlari løtu síðan samtykt at broyta eitt øki innarliga í Tjaldavík, sum í løtuni er fríøki, til eitt vinnuøki.
Málið bleiv viðgjørt í býráðnum, aftaná at kommunan hevur fingið eina umsókn frá Bakkafrost. Ætlanin hevur verið at byggja eina smoltstøð í Suðuroynni og eftir at hava kannað fleiri støð, er føroyski alirisin komin til tað niðurstøðu, at økið við Tjaldavík hóskar til virksemið.
Samtyktin í kvøld inniber einans at økið verður umskipað til eitt vinnuøki. Nú verða víðari samráðingar millum kommununa og Bakkafrost um ætlanirnar at byggja eina smoltstøð.
Samtyktin slóðar kortini ikki vegin fyri, at byggjast kann í næstum. Fyrst skal byggisamtyktin fyri økið broytast. Síðan skal tað til hoyringar, møguligar klagur viðgerast og síðan skal broytingin samtykkjast einaferð aftrat. At enda skal landsstýrið góðtaka endaligu broytingina í byggisamtyktini.
Á fundinum í kvøld bleiv upplýst, at Bakkafrost hevur áður greitt kommununi frá ætlanini, at byggja smoltstøð á Tvøroyri og kryvjivirki í Vági, um felagið fekk aliloyvi í Hvalba og Hovi. Og í býráðnum á Tvøroyri tóku tey væl undir við at Bakkafrost er sinnaða at gera íløgur í Suðuroy og tað varð eisini einmælt samtykt at broyta byggisamtyktina.