Hjá teimum, sum dáma føroyskan dans, er komandi tíðin hugalig. Tað er dansitíðin, sum byrjar aftur og varir til føstulávint.
Dansifeløgini fara undir sínar skráir, og almenn dansikvøld verða hildin víða hvar í landinum.
Í tíðindaskrivi frá Norðstreymoyar Dansifelag verður sagt, at felagið vanliga byrjar dansiveturin við einum felags dansikvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði um mánaðarskiftið september/oktober. Hetta er í grundini eitt alment dansikvøld, har bæði limir í egnum felag, øðrum dansifeløgum og fólk, sum bara hava hug at dansa, plaga at koma saman.
Tiltakið hevur verið sera væl eydnað og er vorðið ein fastur táttur í skrá felagsins, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Norðstreymoyar Dansifelag.
Almenna dansikvøldið, sum Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri í Kollafirði í ár, verður nú leygarkvøldið 30. september.
Tiltakið byrjar klokkan 21.30 og heldur á, so leingi nakar er eftir á gólvinum, verður sagt.
Atgongumerkið kostar 50,- krónur. Men í prísinum er eisini ábit - smurt breyð við onkrum leskandi afturvið - á midnátt. Umframt ber eisini til at keypa sær sodavatn og øl eftir tørvi, siga tey frá Norðstreymoyar Dansifelag, sum vóna nógv fólk til almenna dansin í Kollafirði leygarkvøldið.