Her vinnur B36 á FC Suðuroy

Video: Her ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum B36 og FC Suðuroy

B36 staðfesti aftur í gjár sína støðu í oddinum í Effo-deildini. Teir vunnu heimadystin móti FC Suðuroy 1-0, við máli frá Høgna Eysturoy, sum kom longu í fyrsta minutti av dystinum.

 

Við sigrinum er B36 fimm stig á odda í deildini. Munurin hjá teimum kann tó minka niður í tvey stig seinni í dag, tá ein av hinum FM biðlunum, NSÍ, skal spæla á heimavølli móti ÍF.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum B36 og FC Suðuroy sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.