Herfølge kiksaði á heimavølli

Venjarin metti, at spælararnir vóru ikki komnir fyri seg eftir ferðina í Stokholm

Eftir at tað hevur gingið sum eftir ánni í fleiri vikur kiksaði Herfølge sunnudagin á heimavølli. Teir høvdu vitjan av nýggja liðnum í superliguni FC Midtjylland ella bara FCM, sum tað verður nevnt, og gestirnir fóru til hús aftur við øllum stigunum.

Einasta málið kom í 44. minutti. Eftir hornaspark og út frá var tað Peter Sand, sum stýrdi bóltinum inn um Jákup Mikkelsen. Peter Sand er stóribeiggi hjá Ebbe Sand, sum er danskur landsliðsspælari (hann skoraði 16. august fyrra málið, tá Danmark vann 2?0 á Tórsvølli).

Herfølge vísti ikki eyðkendi ídni og stríðsviljan, sum síðstu vikurnar hevur borið fleiri stig við sær, og sum hevði við sær, at teir vunnu Europa Cup dystin í Stokhol hóskvøldið.

FCM, sum er næstfremst í superliguni, hevði meiri spæl, og teir høvdu fleiri møguleikar. At teir bara fingu eitt mál komst av, at Jákup Mikkelsen var tryggur í málinum.

Eftir dystin ásannaði John Faxe Jensen, sum sjálvur var á miðvøllinum hjá Herfølge, at tað tóktist sum um spælararnir hjá honum ikki vóru komnir fyri seg aftur eftir ferðina í Svøríki. Hetta segði hann seg vita alt um frá tíðini í Arsenal og Brøndby.

Men hesum vildi verjuspælarin Steven Lüstu ikki finna seg í:

? Vit ætla at koma víðari í Europa Cup. Um tað eydnast, og tað passar, sum venjarin sigur, so fer tað at enda heilt galið í landskappingini, segði hann. jh