Skotska meistaraliðið Glasgow Rangers spældi mikukvøldið javnt 0-0 ímóti litaviska liðnum Zalgiris Kaunas. Rangers vann fyrra dystin 4-1, so teir eru nú til reiðar at taka ímóti Herfølge í næsta umfarinum av kvalifikatiónini til Champions League. Tað liðið, sum vinnur tann dystin, fer víðari til bólkaspælið í Champions League, har nógvur peningur er at fáa.
Fyrsti dysturin teirra millum verður á Herfølge Stadion týsdagin 8. august, og tann seinni dysturin verður spældur tvær vikur seinni. Brøndby hevur eisini spælt seg víðari, tá teir bastu íslendska liðnum KR. Eisini teir fáa sera stinna mótstøðu, tí teir skulu møta Hamburger SV í næsta umfarinum.
Herfølge fær spanskan landsliðsspælara
Fyri stuttum misti Herfølge miðvallarleikaran Jens Madsen til Grikkalands. Hetta var ein dyggur smeitur, tí hann hevur havt ein týðandi leiklut á liðnum.
Nú er líkt til, at Herfølge fær ein annan spælara úr Grikkalandi. Talan er um Thomas Christensen, sum hevur verið og royndavant í eina viku. Venjarin John Faxe Jensen er so áhugaður í honum, at hann hevur boðið honum ein sáttmála. Thomas Christensen hevur ikki tikið av enn, men partarnir fara at samráðast um ein sáttmála.
27 ára gamli Thomas Christensen hevur danskar røtur, men hevur spanskan statsborgararætt. Hann hevur spælt við spanska stórfelagnum Barcelona, og eisini hevur hann roynt seg á spanska landsliðnum. Annars hevur hann spælt við Sporting Gijon og Oviedo í Spania, B93 í Danmark og seinast við Panionios í Grikkalandi.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.
Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.
Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.