Fyrst valdi bygdarráðslimur í Sands kommunu, Heri Sverrason, hevði kallað nývalda bygdarráðið saman í kvøld klokkan 21. Á skránni vóru tvey mál, 1) val av borgarstjóra og 2) val av varaborgarstjóra.
Tveir listar vóru uppstillaðir í Sands kommunu á kommunuvalinum týsdagin, listi A og listi C. Tað gjørdist rættiliga tætt millum listarnar - bert nakrar heilt fáar atkvøður á muni - har listi A fekk trý umboð, og listi C fekk fýra umboð.
Á lista C varð Heri Sverrason fyrst valdur við 46 atkvøðum, og vit kunnu leggja aftrat, at hann eisini varð fyrst valdur á sínum lista á kommunuvalinum í 2016. Men, tá fekk listin ikki borgarstjóran.
Á fundinum í kvøld samtykti nývalda bygdarráðið einmælt at velja Hera Sverrason til borgarstjóra og Honnu á Reynatúgvu til varaborgarstjóra fyri tey næstu fýra árini. Soleiðis var full semja um bæði valini.
Heri Sverrason sigur við In.fo eftir fundin í kvøld, at nývalda bygdarráðið eisini hevur avtalað, at ein nýggjur fundur verður fráboðaður seinni, har bygdarráðið fer at velja ymisku nevndirnar.
- Eg vænti, at vit fara at fáa eitt ógvuliga gott samstarv í Sands bygdarráði tey næstu fýra árini, og eg fegnist um, at valini í kvøld vóru einmælt. Sjálvur vil eg gera alt fyri, at vit fáa fýra góð og gevandi ár fyri Sands kommunu.
Heri Sverrason hevur sitið tvær setur í bygdarráðnum og setan, sum byrjar hin 1. januar 2021, verður soleiðis hin triðja hjá nývalda borgarstjóranum. - Eg haldi, at fundurin í kvøld vísti, at øll vilja bygdini tað allar besta, sigur Heri Sverrason.
##med2##