Heri Ziska var ein ein glaður og stoltur venjari, aftaná Øssur D. Eiriksfoss hevði vunnið silvur í hæddarlopi, men samstundis duldi hann ikki, at hann iðraði seg um, at Øssur ikki kláraði 2,01 metur fyrstu ferð, tí so hevði hann vunnið gull. Øssur mátti brúka tríggjar royndir fyri at klára 2,01 metur. Øssur setti føroyskt met við lopinum í dag. Heri Ziska metir, at við røttu venjingini, so kann Øssur koma langt í hæddarlopi.
Her sæst og hoyrist ein kykmynd, løtuna aftaná Øssur D. Eiriksfoss vann silvur : http://www.youtube.com/watch?v=SqpwCWDNDvQ&feature=youtu.be
Her sæst og hoyrist ein samrøða við Hera Ziska, aftaná megnaravrikið hjá Øssuri : http://www.youtube.com/watch?v=kLttgBp9Kr4&feature=youtu.be
Her sæst og hoyrist ein samrøða við Trúgva Z. Laksáfoss, sum megnaði at leypa 1,65 metrar. Trúgvi var tó darvaður av einum skaða, sum setti síni spor : http://www.youtube.com/watch?v=4gph897NGDk&feature=youtu.be
Her sæst løtan, tá Øssur megnaði at leypa 2,01 metrar : http://www.youtube.com/watch?v=sGleJvGq1-E&feature=youtu.be
Og her er løtan, tá Øssur megnaði at leypa 1,98 metrar : http://www.youtube.com/watch?v=xrENIdPiGys&feature=youtu.be