Grand Prix Telvingin 2008/09 kom av álvara í gongd sunnudagin, tá Kvik-kapping (15 min. í part til talvið) varð telvað í Klaksvík. Og dámurin var heilt serligur, tí tá uml. helvtin av teim 7 umførunum vórðu telvaði, komu stórmeistarar, altjóða meistarar og ikki minst Føroysku umboðini í Klaksvík International 2008 á gátt. 2. umfar var á skránni - telvað varð beint ?hinumegin veggin?.
TALV FESTIVALUR við lít
Herluf Hansen, úr Havnar Telvingarfelag, sýnist verða mest inspireraður av umstøðunum hendan - sera regnváta - sunnudag seinnapart í Klaksvík. Hann var - ein, kann siga - bara best, ja nógv bestur. Trýstið um oddasessin kom serliga frá Finnbirni, Hjalta og Jógvan - og, ja Heiðrikkur hevði eisini hug at muta ímóti - men tað var eyðsýnt, at Herluf kundi ikki koppast í avgerðandi løtunum. Fann altíð rætta útvegin, tá harðast leikaði á, skrivar Talvsambandið.