Orsøkin til tað er, at hon á seinasta tingfundi seinasta mánadag kom á ting sum varafólk fyri landsstýrisfólk hjá Sambandsflokkinum. Anna Falkenberg gjørdist nummar 9 á listanum hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið 26. mars við 272 atkvøðum. Hon gjørdist tí annað varafólk fyri landsstýrisfólkini Bárð á Steig Nielsen og Eyðdis Hartmann Niclasen. Men av tí at hon er vald í Fólkatingið, hevur hon biðið um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum.
Við in.fo segði hon mánadagin, at hon verður í farloyvi so leingi hon situr í Fólkatinginum. Tað merkir, at hon fer ikki at taka sæti á tingi aftur, uttan so, at hon er farin úr Fólkatinginum.
Næstur – og nummar 10 á listanum hjá Sambandsflokkinum, er Hermann Samuelsen úr Klaksvík. Hann fekk 258 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum og verður nú annað varafólk fyri landsstýrisfólkini hjá Sambandsflokkinum.
Tingfólk, sum koma á ting sum varafólk fyri landsstýrisfólk, eru tingfólk á jøvnum føti við øll onnur tingfólk, hóast tey eru varafólk og ikki beinleiðis vald. Tey sita bara eitt sindur leysari við tað, at fer landsstýrisfólkið frá, sum tey eru varafólk fyri, so rúka tey út úr Løgtinginum í somu løtu, sum landsstýrisfólkið fer frá. Tað hendi til dømis, tá aðalráðini vórðu skorin úr 9 niður í 6 tann 1. desember í fjør. Tá misti Kim Durhuus fyri Javnaðarflokkin tingsessin, tí Súsanna Bertholdsen kom aftur í Løgtingið. Somuleiðis Árni M. Dam fyri Framsókn, tá Bjarni Kárason Petersen fór frá sum landsstýrismaður.
Hjá Tjóðveldinum var tað Jóhan Christiansen, sum fór frá sum landsstýrisamaður 1. desember, man hann varð ikki valdur á ting. Men tá hann kom í landsstýrið fyri Dennis Holm, var tað Erlign Eidesgaard sum misti løgtingssessin, sum hann hevði, meðan Dennis Holm varð landsstýrismaður.
Herman Samuelsen, sum er 24 ára gamal, er nú komin á ting og kann luttaka á tingfundinum, sum verður tikin uppaftur klokkan 13, tá nevndirnar verða valdar.











