Hernaðarskylda: Hatta fær ikki mína undirtøku

Føroyingar skulu ikki noyðast í hertænastu í danska herinum

Føroyingar skulu ikki noyðast í hertænastu í danska herinum.

 

Tað sigur Magni Arge, fólkatignsmaður fyri Tjóðveldi.

 

Tað var týsdagin, at Danski Fólkaflokkurin legði fram uppskot á Fólkating um, at ungir menn úr Føroyum og Grønlandi skulu gera hertænastu í Danmark á jøvnum føti við ungar danir.

 

– Nei, hatta fær sjálvandi ikki mína undirtøku. Men tað verður uttan iva ein áhugaverdur dagur í Fólkatinginum, tá hatta málið kemur til viðgerðar, tí tá kemur ríkisfelagsskapurin og Grønland og Føroyar á breddan í eini fólkatingsviðgerð, sigur Magni Arge.

 

Les eisini: Vilja hava føroyingar í hertænastu

www.in.fo/news-detail/vilja-hava-foeroyingar-i-hertaenastu/

 

Hann sigur, at Danski Fólkaflokkin viðhvørt ikki er so galin:

 

– Tá tað snýr seg um sjálvsavgerðrrættin hjá Danmark í mun til ES, tá ljóða tey so skilagóð. Men tá vit so vísa á, at vit hava nett somu trupulleikar í ríkisfelagsskapinum, so eru tey knapt so opinskárað, sigur Magni Arge.

 

Magni Arge vísir á tað margháttliga við, at Danmark í fríhandilsavtalu við Kanada gevur Kanada betri sømdir, enn Føroyum, sum eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

 

– Kanada hevur í fleiri ár stongt havnirnar fyri føroyskum fiskiskipum, meðan donsk skip hava frítt at fara. Jú, eg gleði meg til handan dagin í Fólkatinginum, tá ríkisfelagsskapurin kemur á skrá, sigur Magni Arge.

 

Men hann er ivaleysur í, at Fólkatingið fer at fella uppskotið.